Sorgardagur fyri demokratiska heimin

Oddagrein

 

Tað var ein sannur sorgardagur fyri demokratiska heimin, tá túsundtals fólk lótu lív í USA fyrradagin. Atsóknin móti sivilum í New York er tað grovasta heimurin hevur sæð síðani annan veraldarbardaga. Ongantíð áður hevur tað verið so týdningarmikið hjá demokratiska heiminum at leggja dent á, at einki mál nakrantíð kann rættvísgera eina slíka níðingsgerð. Mannalív hava einki at siga hjá slíkum atsóknarmonnum. Fanatisma og fundamentalisma eru stórsti vandin í heiminum í dag, óansæð hvar hesi finnast.


Fíggindamyndin er ikki so greið í dag, sum hon var undir kalda krígnum. Fíggindin í slíkum atsóknum sum fyrradagin kann sita nærum hvar sum helst í heiminum, hóast upprunin ivalyest er í miðeystri ella islamiska heiminum. Tað er bara at vóna, at slíkar atsóknir geva bakslag hja teimum, ið hava framt tær. Atsóknin verður fordømd frá nærum øllum síðum eisini felagsskapum í miðeystri, sum annars nærum altíð eru kritiskir yvirfyri USA og vesturheiminum.


Ilt er at siga hvørjar avleiðingarnar av 11. septembur atsóknini verða. Partabrævamarknaðirnir reageraðu stak negativt. Stórt fall var at síggja á nærum øllum slag av partabrøvum. Tað einasta, ið vísir seg at fara kraftiga upp, er oljuprísurin, sum so aftur fer at merkjast, ikki minst her hjá okkum.


Álitið á eina friðarliga framtíð styrknaði ikki 11. septembur, men heimsterrorisman skal ikki sita við sigrinum, og tí er tað alneyðugt, at demokratiski heimurin stendur fattur. Einki mál eigur at verða rokkið við harðskapi, tí eingin søk, tað verði seg átrúnarlig, nationalistisk ella annað rættvísger slíkt. Umráðandi er at finna tey seku. Hetta er ein torfør uppgáva fyri leiðsluna í USA. Amerikanska fólkið krevur hevnd fyri hesa beistagerð. At USA enn ikki hevur brúkt sína hernaðarligu styrki vísir, at landið ætlar sær ikki at gera nakað mistak, sum so aftur kann verða atvoldin til fleiri atsóknir. Men okkurt er í væntu. Greiðu útmeldingarnar um, at stjórnir, ið hýsa hópdrápsmonnum, verða mettar samsekar, siga ikki so lítið.


Verður ikki rætt farið fram kann vanlukkan gerast enn størri. Vit kunnu bara gita, hvat eitt álop á eitt ella fleiri arabisk lond kann hava við sær av hevnd frá teirra síðu. Tankin um at plasera kjarnorkubumbur í amerikonskum umhvørvi hoyra enn sciencefiction lesnaðni til. Men tá hugsað verður um atsóknirnar í New York og Washington kann verða spurt, hvussu veruleikafjarur tann tankin er. Higartil hevur Miðeystur verið mett sum ein tikkandi bumba. Brádliga tykist allur heimurin at verða ein tikkandi bumba.