Í summar er soppur funnin í pørtum av Skúlanum á Ziskatrøð. Hetta hevur við sær, at ein árgangur í framhaldsdeildini, verður fluttir í annan bygning at ganga komandi skúlaár
– Kommunan tók í summar stig til, at gera kanningar í Skúlanum á Ziskatrøð, tí illgruni var um soppavøkstur. Kanningarnar vístu, at soppur var í pørtum av skúlanum. Í samstarvi við serkunnleika verða høvuðsreingerð og umvælingar gjørdar í skúlanum, so at umhvørvið er trygt at taka í nýtslu til skúlaársbyrjan.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
Ein minni partur av skúlanum, sum er frá 1926, verður ikki gjørdur í stand aftur. Mett verður, at umvælingin av hesum bygningi verður ov tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, tá hugsað verður um, at nýggjur skúli nú verður bygdur á Ziskatrøð.
Hesin elsti parturin av skúlanum verður avskyldraður frá restini av skúlanum, og avleiðingin verður, at ein árgangur í framhaldsdeildini, sum eru umleið 60 í tali, flytur í Sjómansskúlan á Garðavegnum at ganga komandi skúlaár. Allir hinir næmingarnir í Skúlanum á Ziskastrøð halda fram í verandi hølum.
– Loysninar, sum vit hava funnið, eru gjørdar í samstarvi við serkunnleika fyri at tryggja, at bæði næmingar og lærarar skulu hava eitt gott og sunt umhvørvi til skúlagongdina, og í samráð við formannin í Trivnaðarnevndini børn og ung, Jóhann Lützen, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan fólkaskúla í Klaksvík. Hetta arbeiðið byrjar í komandi ári, og skúlin, ið kostar umleið 100 milliónir krónur at byggja, skal standa liðugur á sumri í 2018.