Skúlastjórin í Kommunuskúlanum veit ikki, hvussu skúlavirksemið verður
best skipað í framtíðini.
Tað fer Tórshavnar Kommuna at viðgera við
skúlastýrinum, meðan næmingarnir eru í páskafrítíð.
Tað hevur verið illgruni leingi, men kommunan hevur nú endaliga staðfest,
at soppavøkstur er í stóra høvuðsbygninginum í Kommunuskúlanum í Havn. Kanningar vísa eisini, at
skúlin stríðist við fukttrupulleikar, og eina ventilatiónsskipan, sum ikki
er nøktandi og ber í sær inniklimatrupulleikar.
Stórar umvælingar skulu gerast í Kommunuskúlanum.
- Vit hava bara fingið at vita, at ummvælingararbeiðið skal byrja skjótast
tilber. Tað ber ikki til at hava virksemi í bygninginum, sum støðan er,
sigur Hanus Joensen, skúlastjóri, við Rás2.
Enn er eingin ítøkilig ætlan kunngjørd um, hvussu skúlavirksemið best
verður skipað.
Skúlaleiðslan hevur havt fund við lærararnar fyrrapartin, og foreldrini
verða formliga kunnað um trupulleikarnar í næstum.










