Soppar í mjøli

Í Danmark eru soppar funnir í hveitimjøli frá Food Line, og tað hevur fingið Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at reagera Afturkalling av hveitimjøli frá Food Line er komið frá danska Matvørustýrinum. Talan er um 2 kg pakkar av hveitimjøli við haldføri til 05-03-2009. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannnað hjá innflytarum, um mjølið er komið til Føroyar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at mjølið helst ikki er komið til Føroyar, tað finst ikki hjá heilsølum ella í handlum nú. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tó fólki til at kanna haldføri á mjøli frá Food Line, keypt í mars/apríl. Er haldføri 05-03-2009, skal mjølið berast handlinum aftur ella beinast burtur.

Soppagiftin, sum er funnin, nevnist á fakmáli deoxyn-iva-le-nol. Akutt sjúkueyðkenni frá hesi gift er ógvuslig spýggja. Langtíðarárin kunnu verða niðursett immunverja. Giftin verður ikki niðurbrotin við hitaviðgerð