- Sonurin slapp ikki á spælaralistan tí eg hevði ikki ráð

- Eg hevði ikki ráð til at rinda limagjald, og so slapp hann ikki á spælaralistan, sigur Maud Wang Hansen, sum hevur liva í fátækradømi.

 

- Eg hevði ikki ráð til at rinda limagjald, og so slapp hann ikki á spælaralistan, sigur Maud Wang Hansen, sum hevur liva í fátækradømi. 

Hon visti ikki hvat fátækradømi var, fyrr enn hon brádliga sat einsamøll í Føroyum við trimum børnum. Summi ting máttu veljast frá, tí fíggjarliga støðan var ikki til alt tað, sum flest okkara meta sum ein púra vanligur partur av lívinum. 

Ein av minnunum frá hesari tíðini, sum standa sterkast í hugaheiminum hjá Maud, var tá sonur hennara ikki slapp á spælaralistan, tí mamman ikki hevði rinda limagjald. 

- Eg minnist hvussu vónbrotin hann var. Men eg mátti velja oljurokningina og mat framum, og hevði ikki ráð til limagjaldið, sigur Maud. 

Í annaðkvøld verður endabresturin av átakinum "Meðan vit bíða", sum hevur til endamáls at savna pening inn til og varpa ljós á børn og fátækradømi í Føroyum. 

Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og her verður livandi tónleikur, samrøður um evnið og søla av ymiskum lutum. Tá fer Maud Wang Hansen eisini at greiða nærri frá sínum uppliving sum støk mamma. 

Tiltakið í annaðkvøld verður í kafeterianum í Norðurlandahúsinum, og er ókeypis. 

Sí meira um tiltakið her: