Barbara Holm / Rógvi Nybo
Tað verður telvað og kappast um ogn Føroya fólks, og tað er neyvan nakra staðni so eyðsýnt, hvussu stórar upphæddir, sum vit øll eiga, verða lutaðar út og fluttar millum áhugabólkar, sum tað er í sambandi við makrelin.
Síðsta dømi er makrelkvotan hjá línuskipunum. Í vikuskiftisblaðnum varð umrøtt, at nú hava línuskipini gjørt av at selja sína kvotu til tvey av stóru reiðarínum í uppisjóvarflotanum.
Samlaði søluprísurin er knappar níggju milliónir krónur, sum reiðararnir hjá línuskipunum býta javnt ímillum sín. Upphæddin fer ikki í landskassan, og partur av henni fer heldur ikki til manningarnar á línuskipunum.
Søgan
Tá ið makrelbýtið var á politisku dagsskránni fingu línuskipini í síðstu løtu størri part av markelkvotuni, enn í upprunaliga uppskotinum um kunngerð til býti av makrelinum.
Sambært upprunaliga uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard landsstýrismanni í fiskivinnumálum til kunngerð var ætlanin, at línuskipini skuldu vera saman við øðrum um 8000 tons. Tað endaði tó við, at línuskipini, sum eru 21 í tali, fingu 5000 tons fyri seg sjálvi.
Nú hevur felagið Línuskip selt kvotuna til JFK og Framherja. Sosialurin veit, at prísurin er 1,75 krónur fyri hvørt kilo. Formaðurin í felagnum Línuskip vildi ikki vátta hetta í vikuskiftisblaðnum, men hann segði, at hetta var ikki langt av leið.
Við øðrum orðum hevur felagið fingið knappar 9 milliónir krónur fyri kvotu, sum felagið hevur fngið ókeypis frá tí almenna og aftur fyri fáa tey umleið 1,75 krónur fyri kilo – ella slakar 9 milliónir krónur samanlagt.
Tekniskt ber ikki til at kalla hetta sølu av kvotuni, tí tað, og sum felagið als ongar útreiðslur hevur havt av – hvørki so ella so.
Formliga er tað ikki loyvt at selja kvotur. Í staðin skal tað eitast, at onnur skip fiska kvotuna fyri línuskipini aftur fyri eitt gjald.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, dugir ikki at síggja, at nakað forgjørt er í hesum.
-Tað er ikki loyvt at selja, men tað er upp til reiðaríini at gera av, hvussu tey fáa kvotuna til høldar. Tað verður altíð gjørt fyri at fáa sum mest burturúr fyri so lítlar útreiðslur sum møguligt, og soleiðis er tað eisini í hesum førinum, segði landsstýrismaðurin við Rás2 seinnapartin fríggjadagin.
Uppboðssølan
Upprunaliga kunngerðin hjá landstýrismannin ásetti, at línuskip, sum eru í bólki 3, saman við bólki 4A, sum eru størri útróðrarbátar, bólki 4B, sum eru miðal útróðrarbátar, og bólki 5, sum eru vanligir útróðrarbátar, skuldi býta 8000 tons av makreli millum sín.
Tað er Vinnunevndin í Løgtinginum, ið kemur við einum tilmæli til Løgtingið, um hvat tað skal gera, og verður hetta tilmæli sum oftast fylgt.
Tá ið uppskotið var fyri í Vinnunevndini, mælti andstøðan til, at ein partur av makrelkvotuni varð seldur á uppboðssølu – júst sum tað varð gjørt í fjør. Andstøðutinglimir hildu, at tað líktist einari semju um hetta í Vinnunevndini.
Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum er formaður í Vinnunevndini, sum arbeiddi við at finna felags semju um makrelbýtið.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, sum er nevndarlimur í Vinnunevndini, sigur, at tey væntaðu, at Alfred Olsen fór at taka undir við uppskotinum hjá andstøðuni um uppboðssølu, og at hetta tí fór at verða tilmælið til Løgtingið, men í evstu løtu hálsaði Alfred um og vildi ikki atkvøða fyri einari uppboðssølu.
Ístaðin vendi Alfred Olsen aftur til upprunaliga uppskotið – sum hann frá byrjan var ónøgdur við – og so gjørdist meiriluti fyri tí tilmælinum ístaðin.
Tá ið nýggja makrelbýtið so kom frá landsstýrismanninum, fingu línuskipini egna kvotu – 5000 tons – sum tey nú hava selt fyri slakar 9 milliónir krónur, tí tey kunnu ikki fiska makrelin sjálvi í løtuni.
Fær ágóða
Ein teirra, sum fær ágóða av, at línuskipini nú selja sína stóru makrelkvotu, er sonur Alfred Olsen, Jóhannus Martin Olsen, sum eigur fýra línuskip – Eysturoying, Sigmund, Morgunstjørnuna og Mascot.
Hvørt av línuskipunum fær góðar 400.000 krónur fyri makrelkvotuna, sum stóru reiðaríini fara at fiska fyri tey, og hetta gevur reiðarínum hjá Jóhannus Martin Olsen góðar 1,6 milliónir krónur.
Vit hava fríggjadagin spurt Alfred Olsen um eina viðmerking til málið, men tá hevði hann onga viðmerking. Í dag hevur tað heldur ikki eydnast at fáa fatur á Alfred Olsen. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, avsannar, at nýggja býtið av makrelkvotuni hevði nakað sum helst at gera við formannin í Vinnunevndini og hansara møguligu undirtøku fyri einari uppboðssølu.
barbara@sosialurin.fo / rogvi@sosialurin.fo
Talva:
Býtið av søluni
Hesi 20 línuskipini fáa góðar 400 túsund krónur í part fyri søluna av
makrelkvotuni:
Ågot - Klaksvík
Eysturoyingur - Toftir
Havbúgvin - Vestmanna
Helena - Klaksvík
Hoyvíkingur - Tvøroyri
Jákup B - Klaksvík
Kambur - Saltangará
Klakkur - Klaksvík
Kvikk – Klaksvík
Mascot - Toftir
Morgunstjørnan - Toftir
Polarstjørnan - Toftir
Reynsatindur - Sandavágur
Sandshavið - Sandur
Sigmundur - Toftir
Stapin - Toftir
Thomas Nygaard - Sandavágur
Váðasteinur - Tórshavn
Venus - Sandavágur
Vesturhavið - Vestmanna
Kelda: FVE.FO - hagtøl