Sonur Zlatan er úttikin til svenskt ungdómslandslið

15 ára gamli Vincent Ibrahimovic er úttikin til svenska U15-landsliðið

Vincent og Zlatan Ibrahimovic

Fyri stuttum stillaði tann størsti svenski fótbóltsleikarin í søguni, 41 ára gamli, Zlatan Ibrahimovic gaggurnar aftaná eina ótrúliga flotta fótbóltsyrkisleið.

 

Men tað er okkurt sum talar fyri, at navnið Ibrahimovic aftur verður at síggja á svenska landsliðnum í framtíðini.

 

Yngri sonur Zlatan, Vincent Ibrahimovic er úttikin til svenska U15-landsliðið, og tað eru stórtíðindi í Svøríki, har Zlatan er millum fremstu fólkahetjurnar nakrantíð.

 

Vincent Ibrahimovic er ein av 65 leikarum, ið eru føddir í 2008 sum eru úttiknir til eina bruttohóps-landsliðssamling hjá svenska U15-landsliðnum. 

 

Eldri sonur Zlatan, Maximilian Ibrahimovic spælir við U17-liðnum hjá AC Milan, og hevur áður spælt við ungdómsliðum hjá Hammarby. Maximilian Ibrahimovic er tó ongantíð úttikin til nakað svenskt ungdómslandslið.

 

 

 

 

 

Vincent og Zlatan Ibrahimovic