Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti spælir EM-undankappingardyst ímóti Norðurírlandi á Windsor Park í Belfast, mikukvøldið 10. august, verður sonur Manchester United legenduna, Steve Bruce helst við á liðnum hjá Norðurírlandi.
Steve Bruce fekk møguleikan á tí enska U21-landsliðnum, og á tí enska B-landsliðnum, men fekk ongantíð møguleikan á tí enska A-landsliðnum.
Sonurin, Alex Bruce hevur búð í Onglandi alt sítt lív, men hann hevur eina írska ommu, og tað gevur honum møguleika at velja at spæla við antin Írlandi ella Norðurírlandi. Og nú hevur Leeds-spælarin valt at spæla við tí norðurírska landsliðnum. Alex Bruce hevur annars spælt við tí írska U-21 landsliðnum, men hann heldur seg hava ein væl betri møguleika at koma á tað norðurírska A-landsliðið, enn at koma á tað írska A-landsliðið.
Venjarin hjá Norðurírlandi, Nigel Worthington fegnast um avgerðina hjá Alex Bruce, og nú verður bert bíðað eftir, at FIFA gevur Alex Bruce loyvið at spæla við norðurírska landsliðnum. Sannlíkt er, at Alex Bruce fær sína landsliðsdebut ímóti Føroyum 10. august.










