32 ára gamli sonurin hjá Sir Paul McCartney spælir nógv ljóðføri, og hann hevur hildið fleiri konsertir undir dulnevninum Light - hetta fyri at fólk ikki skulu samanbera hann við pápa hansara.
James er sonur McCartney og fyrstu konu hansara, Lindu McCartney, og hann er føddur í 1977.
James McCartney sigur, at hansara tónleikur er hugkveiktur av The Beatles, Nirvana, The Cure, PJ Harvey, Radiohead - og ?øllum góðum tónleiki.?
- Orðini á fløgu mínari snúgva seg um andaligheit, kærleika, familju, tað at royna at fáa greiði á sínum lívi og mangt annað.
Tað er ikki bert James McCartney, ið fylgir familjasiðinum við at gera seg alment kendan. Systrar hansara eru farnar sama veg. Stella McCartney er mótasniðgevi, og Mary McCartney er fotografur.
Ungi McCartney byrjar sína konsertferð í Liverpool tann 25. februar og endar hana í Cardiff tann 20. mars.
Kelda: telegraph.co.uk











