Nú um dagarnar vitjar sonur navnframa nólsoyingin, Ova Joensen, fyri fyrstu ferð í Nólsoy.
Maðurin er Bo Janoschka, sum her er avmyndaður saman við elsta beiggja og yngstu systir Ova, Hans Sofusi (Ba) og Lenu Joensen.
- Bo er føddur og uppvaksin í Avstralia, og her býr hann framvegis. Mamman er týsk.
Tað vita tey Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - at siga. Lagt verður aftrat, at systkini hjá Ova í Nólsoy taka sær væl av soninum hjá honum, nú hann vitjar í Føroyum á fyrsta sinni.
Ikki er frítt, at Bo líkist til Nólsoyar, og tað eru tey, sum halda, at hann og Lena líkjast rættiliga nógv.
Á Facebook-síðuni skrivar ein kvinna, hvussu gott tað er, at Ove Joensen eigur nøkur slík deilig børn “overalt í verden”, sum hon eitt sindur skemtiliga tekur til.
- Tvær gentur og ein drong. Tað er flott, Ove! Tað er eisini flott, at tey nú øll hava sæð, hvaðani røtur teirra eru, sigur kvinnan á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.