Sonur Johnny Cash vitjar og sigur frá pápanum

John Carter Cash, einasti sonur June Carter og Johnny Cash, kemur til Føroya í næstu viku, har hann skal hava tvær framførslur. Leygarkvøldið 24.august verður hann at hoyra í Norðurlandahúsinum klokkan 19.30, og dagin eftir, sunnukvøldið 25.august, er hann í Spaniastovu í Klaksvík klokkan 20.00.

 

Framførslan, Cash on Cash, sum hon eitur, í Norðurlandahúsinum er saman við einum amerikonskum tónleikara og fimm føroyskum. Í Spaniastovu eru teir báðir amerikumennirnir einsamallir.

 

John Carter Cash fer at syngja og siga frá lívi sínum. Og tað er eitt hendingarríkt lív, sum millum annað hevur lagað seg soleiðis, at hann í dag ikki bara er sonur kendu foreldur síni, men eisini ein væl umtóktur og virdur tónleikaframleiðari, filmframleiðari, sangari og rithøvundi. John Carter Cash hevur millum annað vunnið eina Grammy fyri at hava framleitt tónleik hjá mammu síni, og hann var eisini framleiðari til filmin “Walk the line” um pápan Johnny.

 

Føroysku tónleikararnir, sum verða við í Norðurlandahúsnum eru Brandur Jacobsen, trummur, Jákup Zachariassen, steel og dobro v.m., Niels A. Galan, gittar, Mikael Blak, bass og Finnur Hansen, tangentar.