Sonur Gaddafi skuldi til Meksiko

Meksikonsku myndugleikarnir siga nú, at fyri fýra mánaðum síðani steðgaðu teir einari roynd at smugla ein son Muammar Gaddafi og nøkur skyldfólk hansara til Meksiko. Sagt verður, at meksikanskir, kanadiskir og danskir ríkisborgarar vóru uppi í ætlanini.

Ein talsmaður fyri stjórnina í Meksiko sigur, at landsins fregnartænasta avdúkaði ætlanina at smugla Saadi Gaddafi og nøkur onnur fólk til Meksiko við falsaðum samleikaprógvum. Hetta var, meðan bardagarnir í Libya vóru serliga harðir. sigur talsmaðurin.

Saadi Gaddafi flýddi úr Libya til Niger í august, men libysku myndugleikarnir krevja at fáa hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin. Ein annar sonu Gaddafi, Seif al-Islam, situr í varðhaldi í Libya.