Sonur Gaddafi í húsavarðhaldi

Amerikanska uttanríkisráðið sigur nú, at ein sonur Muammar Gaddafi, tann 38 áta gamli Saadi, situr í húsavarðhaldi í Niger. Saadi er tann triðelsti av sjey brøðrum. Talskvinnan hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Victoria Nuland, sigur, at nú mugu tann nýggja leiðslan í Libya og stjórnin í Niger gera av, hvat skal henda Saadi, sum hevur verið yvirmaður í libyska herinum.

Sambært tíðindastovunum kom Saadi til Niger sunnudagin saman við fleiri øðrum umboðum fyri stýrið hjá Gaddafi.

Myndugleikarnir í Niger hava lovað at halda altjóða avtalur, um eftirlýst fólk koma til landið. Tað hevur ljóðað, at Gaddafi sjálvur var flýddur til Niger, men tað avsannar stjórnin har.