Saif al-Islam, sum er næst elsti sonurin hjá Muamar Gadaffi, er í Niger, sum er grannaland hjá Libya. Hann ynskir at geva seg yvir til altjóða rættarsókn. Tað sigur ein høgur libyskur embætismaður hjá nýggju leiðsluni í landinum við Reuters.
Sonur Gadaffi er eftirlýstur fyri krígsbrotsverk av ICC. Keldur siga, at Saif al-Islam roynir nú at finna út av, hvussu hann kann geva seg yvir til dómstólin, og Niger hevur samband bæði við Mali og Suðurafrika umframt eitt annað afrikanskt land um, hvussu fram skal farast.