Donald Trump Jr. lendir í Grønlandi um middagsleitið

Grønlendska kringvarpið veit at siga, at flogfar er lent í Nuuk í dag, og við sær hevur flogfarið helst fólk, ið hava við Trump-liðið, sum skal vitja í Grønlandi, at gera

 

Seinnapartin í dag hava søgur gingið um, at sonur komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, Donald Trump Jr., sum hann verður róptur, antin er komin ella er á veg til Grønlands. Fleiri keldur vilja vera við, at so er.

 

Vitjanin hjá amerikanska vinnulívsmanninum, ið sjálvsagt ikki er hvør sum helst, kemur sum skilst rættiliga óvart á - helst bæði í Danmark og Grønlandi. Grønlendska kringvarpið - KNR - veit í dag at siga, at flogfarið á myndini her omanfyri er lent í Nuuk í dag.

 

- Við sær hevur flogfarið helst fólk, sum hava við Trump-liðið at gera, heldur KNR, og tað er Irene Jeppson, sum eigur myndina av flogfarinum í grønlendska høvuðsstaðnum.

 

Sum skilst, hevur Danmarks Radio fingið tíðindini um vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi váttað, og tað er stjórin í sjálvstýris-og uttanríkismálum í grønlendska landsstýrinum, Mininnguaq Kleist, sum váttar tíðindini.

 

Vitjanin hjá Donald Trump Jr. kemur mitt í einum kjaki um framtíðarviðurskiftini millum Grønland og Danmark.

 

Kjakið hevur serliga tikið seg upp, eftir at grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, í síni nýggjársrøðu luftaði sínar hugsanir um eitt Grønland leyst av "kolonitidens lænker", sum hann málbar seg.

 

Eingin veit, hvat ítøkiliga endamálið við vitjanini hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi er, men fleiri minnast, tá Donald Trump sum amerikanskur forseti og nú seinni sum komandi forseti hevur víst Grønlandi stóran áhuga.

 

Hin gamli er farin so langt, at hann hevur sagt seg sinnaðan at keypa Grønland.

 

Ein kelda sigur við grønlendska kringvarpið, at Donald Trump Jr. skal hitta Erik Jensen, sum er formaður í grønlendska stjórnarflokkinum, Siumut og landsstýrismaður í fíggjar-og skattamálum.

 

Í samrøðu við KNR fyrr í dag vildi Erik Jensen ikki gera viðmerkingar til tíðindini um amerikansku vitjanina. Stutt eftir jólahalguna bjóðaði Erik Jensen annars Donald Trump á vitjan í Grønlandi.

 

##med2##

 

- Sjálv um Trump veit, at Grønland ikki er til sølu, vilja vit leggja dent á, at hann er meira enn vælkomin at vitja Grønland, og vit í Siumut eru eisini opin fyri at vitja hann í USA, skrivaði Erik Jensen í einum tíðindaskrivi frá Siumut.

 

KNR heldur tað tískil vera hugsandi, at Donald Trump Jr. fer at hitta Siumut-formannin, har teir fara at umrøða viðurskiftini millum USA og Grønland.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sum hevur útsett eina kongsvitjan í Danmark í vikuni, hevur ikki gjørt viðmerkingar til vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi.

 

Yvirfyri grønlendska kringvarpinum vil hann hvørki vátta ella avsanna, at hann skal hitta Donald Trump Jr. í Grønlandi.

 

In.fo hevur góðar keldur í Nuuk, og gongst sum ætlað, vænta vit at fáa myndir haðani, tá flogfarið við Donald Trump Jr. lendir um middagsleitið grønlendska tíð í morgin. 

 

- Tað hevur gingið illa at hildið ísin burtur, so spennandi verður, um flogvøllurin verður klárur, tá flogfarið skal lenda í morgin, frættir In.fo úr Grønlandi í nátt.

 

 

 

 

 

Eingin veit, hvat ítøkiliga endamálið við vitjanini hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi er