Sonur dýnu Lars stóra sushi-bót

Í fýra av seks matstovum í ketuni Dondon Sushi, sum sonur sonevnda dýnu Lars eigur, hevur danska matvørustýrið funnið fisk, sum er goymdur í ov nógvum hita.

Undir fleiri eftirlitsvitjanum hevur matvørustýrið staðfest, at fiskur er goymdur í meiri enn 10 hitastigum, hóast reglurnar krevja, at fiskur verður goymdur í tveimum hitastigum.

Tann, sum eigur felagið og sushi-ketuna, Don & Don DK Aps, er Jacob Brunsborg. Hann er bæði nevndarformaður og pengamaðurin aftan fyri fyritøkuna.

Jacob Brunsborg er sonur dýnu Lars, sum flestu hava hoyrt um, og sum er stovnari og eigari av Jydsk Sengetøj.

Mánadagin skuldi málið verða avgjørt á einum rættarfundi í Keypmannahavn, har kravið var, at ketan skal gjalda eina bót á 216.000 krónur. Men sum skilst á stjóranum í Dondon Sushi, Lars Matell-Hyllested, hava partarnir gjørt semju í málinum.

- Vit hava gjørt semju, og tí koma vit at gjalda munandi minni enn tær 216.000 krónurnar, sigur hann.

Ákæruritið hevur 11 punktir, har fýra av seks matstovum fleiri ferðir í 2009 og 2010 ikki hava livað upp til galdandi krøv fyri matstovuvirksemi.