Tá Sonny Poulsen um vikuskiftið vitjaði Countryfestivalin í Sørvági við danska bólkinum Jambalaya, vóru 26 ár liðin síðani hann fór úr Føroyum.
Sonny er ættaður úr Nólsoy, men hevur búð í Hirtshals. Fyrra helming av áttatiárunum flutti hann til Føroya, og kom í tónleikabólkin Springs, sum hevði manning úr Hoyvík, umframt ein nólsoying.
Springs gjørdist ein av virknastu bólkunum í áttatiárunum, og spældi bólkurin til dans kring alt landið, umframt at bólkurin luttók á ólavsøkukonsertunum hesi árini. Bólkurin gav útgávu út í 1989 og gavst at spæla í 1990.
Sonny fór niður aftur til Danmarkar, og hóast hann hevur havt ætlanir um at vitja aftur í Føroyum, so gjørdist hetta ikki veruleiki, fyrr enn nú Jambalaya kom til Føroya á Countryfestivalin.
í Springs spældu Ólavur Dam Jacobsen, Dagfinn Olsen, Martin Zachariassen og Sonny Poulsen. Kári Joensen leikti við fyrstu árini, men seinna helming av áttatiárunum kom argjamaðurin Johan Dalsgaard (í Kollafirði) við í bólkin.
Martin og Johan búgva í Danmark, men á Countryfestivalinum í Sørvági farna vikuskiftið hitti Sonny gomlu spælivinirnar úr Springs, nevniliga Ólav og Dagfinn. Hóast hvør teirra bert hevur hitt Sonny einaferð - Dagfinn í 1995 og Ólavyr fyri einum ári síðani, so var alt sum fyrr og nógv var at práta um.
Samband hava teir sjálvsagt umvegis Facebook, og at teir kanska finna uppá okkurt saman í framtíðini - um høvið verður til tess, vilja teir ikki nokta fyri.
Jambalya hevur av álvara fingið undanvind og sera nógv er á skránni í næstum.
Mynd: Sonny Poulsen, Dagfinn Olsen, Ólavur Dam Jacobsen