Sonni væntar beinharða undanundankapping (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við manslandsliðsvenjaran, Sonni Larsen um komandi HM undanundankapping

##med2##

Fyri seks døgum síðani var drigið lut um bólkarnir til sonevndu 'fasu 1' av undankappingini til HM í manshondbólti, ið verður í Egyptalandi í januar í 2021. Føroyar komu í bólk saman við Litava, Slovakia og Luksemborg. 

Fasa 1 er fyri tey lond, ið ikki eru partar av EM 2020, og Føroyar fingu ein torføran bólk sambært Sjúrði H. Hoydal, ið skrivaði soleiðis um lutakastið: - Serliga var tað heldur óheppið at Slovakia kom úr styrkisbólki 2, men samstundis kundi ein gleðast um at sleppa undan Rumenia úr hesum styrkisbólki. Úr styrkisbólki 1 kom Litava, ið eisini er torfør mótstøða, úr skálini. Úr niðasta styrkisbólkinum kom Luksemburg, ið eisini man metast sum væl veikasta liðið  í bólkinum, um vit hyggja eftir úrslitum seinastu árini.

Bert vinnarin av bólkinum spælir seg víðari til næsta part av undankappingini, tá ið allarfremstu evropisku hondbóltstjóðirnar koma uppí.

Dystirnir kunnu antin spælast við at mótstøðuliðini hitta hvørt annað á bæði heima- og útivølli, men eisini er møguleiki fyri at liðini skipa fyri einari innanhýsis kapping á einum stað. Henda loysnin hevur verið vald til seinastu HM-undankappingar.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen heldur eisini, at talan verður um ein torføran bólk, har serliga Slovakia er á støði við Montenegro og Ukraina, ið Føroyar vóru í EM-undanbólki saman við.

Um gylta U17-árgangin sigur Sonni Larsen, at tað er hugsandi, at summir av hesum talentfullu spælarunum spakuliga fara at verða slúsaðir inn í A-landsliðshópin. 

Fyri Sonna hevur tað týdning, at landsliðið kann spæla venjingardystir, og verða væl fyrireikað til undanundankappingina, har tað hevði verið framúr gott at fingið dystir heima í Føroyum. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sonni Larsen fyrr í dag.

(Samrøða við Sonni Larsen, landsliðsvenjara)