Fyri løtu síðani var tíðindafundur í ÍSF húsinum, har høvuðsvenjarin hjá U21 manslandsliðnum í hondbólti, Sonni Larsen fortaldi fjølmiðlunum hvørjir spælarar eru úttiknir til føroyska hópin, sum skal kappast í HM-endaspælinum í Algeria, dagarnar 18. til 30. juli.
Spælararnir, sum eru úttiknir til HM-hópin eru hesir:
Málmenn: Niklas Simonsen, Skjern og Hørður Trygvason, Flensburg-Handewitt
Útileikarar: Helgi H. Hoydal, H71, Áki Egilson, VÍF, Hilmar Leon Jakobsen, H71, Fríði Hammer Weyhe, KÍF, Kjartan Johansen, StÍF, Jónas G. Djurhuus, H71, Pætur Mikkjalsson, Neistin, Teis Horn Rasmussen, Neistin, Pætur Johansen, StÍF, Brandur Halgirsson, Flensburg-Handewitt, Pætur Thomsen, H71, Rune Olsen, Neistin, Rói Berg Hansen, Neistin og Sjúrður Olsen, VÍF
Sonni Larsen staðfestir, at tað hevur verið torført at úttaka hópin, tí nógvir hava verið um boðið.
Í samrøðuni greiðir Sonni Larsen frá hví valið fall á hesar 16 spælararnar.