Dreymurin um tær átta milliónirnar og heiðurin, ið fylgir við at vinna stóru poker kappingina European Poker Tour í Barcelona brast eftir 5 tímar fyri føroyska luttakarin Sonni L Petersen, skrivar dimma.fo. Meira enn helvtin av luttakarunum fara burtur úr kappingini fyrsta dagin, og millum teirra var Sonni. Hann fekk tó heiðurin at spæla móti Poker legenduni, tí sólbrilluklædda Johnny Chan.
Sonni fór úr kappingini við ess tíggju. Hann sigur við Dimmalættinga at hann fór all-in við 2.000. Tí onki annað at gera. Hann var upp ímóti par 5, og mótstøðumarðurin fekk eini fimmir á floppinum, skrivar dimma.fo










