Tað skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
Aðalfundur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag var í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini 20. mars 2019.
Umframt skipanarligu partarnar sum hoyra aðalfundinum til, luttóku eisni Katrin Kallsberg og Siri Stenberg á fundinum. Báðar høvdu tær innlegg um førda politikkin, framd avrik, og tankar um hvussu stingast skal út í kortið eftir komandi løgtingsval.
– Eftir tað var orðið frítt og høvi var hjá fundarfólkinum at spyrja, og hugurin at viðmerkja og spyrja var góður, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivinum.
Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur síðani skipað seg soleiðis:
Sonni á Horni, formaður (valdur av aðalfundinum)
Súni í Hjøllum, næstformaður
Herbert Olsen, peningarøkil
Dánjal Vang, skrivari
Bernhard Samuelsen, nevndarlimur
Tóki Høghamar, nevndarlimur
Dia Ellindsson, nevndarlimur
Olaf í Garði, varalimur
Jóannes Eliasen, varalimur