Sonni Smith á ólavsøku

Ein av teimum mongu, ið høvdu leitað sær oman á vaglið, tá ólavsøkan varð sett, var Sonni Smith.

?Ólavsøkan er heimsins mest fantastiska hátíð. Alt klandur og alt stríð er gloymt í hesi savnandi hátíð, har øll eru góð við hvønn annan. Ólavsøkuna kunnu vit á ongan hátt vera fyriuttan,? sigur ein avgjørdur Sonni.

?Eg havi upplivað nógvar karnevalar kring heimin, men einki er at metast við ólavsøkuna. Tá veðrið er sum í dag, kann tað stutt sagt ikki verða betri. Eg gleði meg til hvørja ólavsøku, og kann eg ikki minnast eina ringa ólavsøku,? sigur Sonni.

?Mær dámar væl at ganga runt og heilsa upp á fólk. Haraftrat síggi eg altíð fram til midnáttarsangin. Annars royni eg bara at fara til tey mongu tiltøkini, sum ólavsøkan hevur at bjóða,? sigur Sonni og skoytir uppí ?Eg vil ynskja øllum Føroya fólki eina góða ólavsøku?.