Sonni Ragnar: Vit blivu avsmurdir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Verjuskansin úr Miðvági staðfestir, at teir í kvøld fingu oyruni í maskinuna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við verjuskansan, Sonna Ragnar Nattestad aftaná 0-6 tapið hjá føroyska landsliðnum ímóti Portugal á Tórsvølli fyrr í kvøld.

 

. Vit blivu avsmurdir, staðfestir Sonni Ragnar Nattestad. Sonni Ragnar heldur, at tað er ikki bara Cristiano Ronaldo, sum er munurin millum liðini. Miðvingurin heldur, at talan er um eitt sera sterkt lið við nógvum góðum spælarum. At demma upp fyri Cristiano Ronaldo var heldur ikki lætt, tí hann reikaði um allan vøllin.

 

Tróndur Arge og Sonni Ragnar Nattestad umrøddu eisini framtíðarstøðuna hjá Sonna Ragnari nú leigusáttmálin við Fylkir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini er lokin.