Óvist er, hvat fótbóltsframtíðin hjá føroyska landsliðsleikaranum, Sonna Ragnar Nattestad, hevur at bjóða. FC Midtjyllland hevur sáttmála upp á føroyska landsliðsleikaran, men í løtuni er Sonni Ragnar í Føroyum vegna persónlig viðurskifti.
Í hesum døgum venur føroyski landsliðsleikarin tó við B36. Sum skilst, so er tað tó bara fyri at halda sær ígongd, áðrenn greiða er komin á, hvat fótbóltsframtíðin hevur at bjóða hjá føroyska miðverjanum, ið hevur spælt sjey dystir fyri føroyska A-landsliðið. Tað verður neyvan í føroyskum fótbólti, at Sonni Ragnar spælir framyvir.
B36 hevur sterkar miðverjar sum Oddmar Færø, Andrias H. Eriksen og Hørð Askham í hópinum, so tað er ikki har, at neyðugt er við styrki til oddaliðið í Effodeildini.