Sonni Ragnar útleigast

Íslendska fótbóltsheimasíðan, fotbolti.net, skrivar í dag at Sonni Ragnar Nattestad verður útleigaður til føroyskan fótbólt. Føroyski landsliðsmiðverjin hevur ikki vant við FH í góðar tveir mánaðir orsaka av skaðum og øðrum viðurskiftum.

 

- Hann er í Føroyum, har hann verður útleigaður, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá FH.

 

Flytingarvindeygað í Føroyum letur ikki upp fyrr enn í summar, meðan tað íslandska flytingarvindeygað er opið fram til 15. mai. Sum skilst, so er meiri sannlíkt, at Sonni Ragnar Nattestad verður útleigaður til annað felag í Íslandi heldur enn í Føroyum.

 

Her verður talan væntandi um felag í bestu deildini. Sostatt verður ongin Sonni Ragnar Nattestad í føroyskum fótbólti fyribils, hóast hann er í landinum í løtuni, eftir at hann er blivin pápi.