Vejle leigar Sonna Ragnar Nattestad í FC Midtjylland. Tað skrivar bold.dk í dag. Sonni Ragnar var útleigaður til AC Horsens í seinnu hálvu í fjør, men leigusáttmálin bleiv strikaður um ársskiftið.
Nú tykist greitt, at Sonni Ragnar skiftir til Vejle í næst bestu deildini í Danmark. FC Midtjylland hevur boðað frá, at Sonni Ragnar helst skal útleigast.
- Eg fái ikki gjørt viðmerkingar til hatta, men eg kann vátta, at vit fáa ein spælara inn, sigur Steen Thychosen, ítróttarstjóri í Vejle við bold.dk.
Vejle, sum liggur nummar níggju í næst bestu deildini, hevur longu tveir føroyskar landsliðsspælarar í hópinum. Talan er um Viljorm Davidsen og Jóan Símun Edmundsson.