Sonni Ragnar til Superliguna

Føroyski landsliðsspælarin skiftir felag í kvøld og fær útlit til spælitíð

Sonni Ragnar Nattestad hevur í kvøld gjørt leigusáttmála við AC Horsens í Danmark. Talan er um leigusáttmála fram til januar, har AC Horsens síðani kann keypa føroyska landsliðsmiðverjan, váttar umboðsmaðurin hjá honum, Jákup í Stórustovu.

 

AC Horsens hevur longu føroyska Hall Hansson í hópinum. Høvðusorsøkin við skiftinum er, at Sonni Ragnar Nattestad væntandi fær spælitíð í AC Horsens, meðan útlitini í norska Molde eru nakað verri. Eitt nú hava skaðar, men eisini útlendingakvotan gjørt møguleikarnar hjá miðverjanum verri.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur fyrr verið útleigaður til AC Horsens, so kann kennir til umstøðurnar. Sum skilst, so hava fleiri feløg í norðurlondum verið um boðið, men væntandi spælitíðin í AC Horsens tiltalar mest.