Føroyski landsliðsbakkurin, Sonni Ragnar Nattestad fekk fulla spælitíð, tá lið hansara, Fylkir tók ímóti Vali í íslendsku pepsideildini. Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Eitt úrslit, sum ikki hjálpir Sonna Ragnari Nattestad og liðfeløgunum nógv, tí enn eru teir í Fylki seks stig skeivu megin niðurflytingarstrikuna.Fylkismenn munnu kortini ugga seg við, at Valur var á odda á tveimum sinnum á Floridana leikvøllinum í Reykjavík, og báðu ferðirnar megnaði Fylkir at javna.
Sonni Ragnar Nattestad fekk gult kort í 32. minutti fyri at fella ein mótstøðumann uttanfyri egnan brotsteig.
Komandi sunnudag vitjar Fylkir ÍBV úti í Vestmannaoyggjunum. Í annaðkvøld klokkan 20.15 tekur liðið hjá Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu, FH ímóti KR á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.
Støðan í Pepsideildini :
1 | FH | 13 | 8 | 4 | 1 | 20:8 | 28 |
2 | Fjölnir | 14 | 8 | 2 | 4 | 30:16 | 26 |
3 | Stjarnan | 13 | 8 | 2 | 3 | 26:16 | 26 |
4 | Breiðablik | 13 | 7 | 2 | 4 | 16:9 | 23 |
5 | Valur | 14 | 5 | 4 | 5 | 23:18 | 19 |
6 | ÍA | 14 | 6 | 1 | 7 | 17:25 | 19 |
7 | Víkingur R. | 13 | 5 | 3 | 5 | 17:15 | 18 |
8 | Víkingur Ó. | 14 | 5 | 3 | 6 | 17:22 | 18 |
9 | ÍBV | 14 | 5 | 2 | 7 | 13:16 | 17 |
10 | KR | 13 | 4 | 4 | 5 | 14:14 | 16 |
11 | Fylkir | 14 | 2 | 4 | 8 | 14:24 | 10 |
12 | Þróttur R. | 13 | 2 | 1 | 10 | 10:34 | 7 |