FC Midtjylland er topplið í superliguni. Millum spælararnar á liðnum er føroyski landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad, sum í fjør megnaði at spæla seg alt nærri plássi millum teir fyrstu ellivu.
Í gjár fóru Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir í FCM til Portugal á venjingarlegu í tíggju dagar.
Meðan føroyski landsliðsspælarin og liðfelagarnir eru í Algarve skulu teir spæla tríggjar dystir. Ein er ímóti FC Slovan Liberec úr Tjekkia, so er tað íslendska Breiðablik og í síðsta dystinum verður mótstøðuliðið Spartak Moskva.
Undan fráferðini til Portugal spældi FCM tveir venjingardystir. Í tí fyrra var úrslitið 3-1 ímóti Vejle, og í tí seinna var úrslitið 1-0 ímóti Hobro, sum er topplið í næstbestu deildini.
Sonni Ragnar Nattestad var í báðum dystunum miðverji í 2. hálvleiki.










