Sonni Ragnar hevur skift til Vejle

Føroyski landsliðsmiðverjin hevur gjørt leigusáttmála við Vejle

Sonni Ragnar Nattestad hevur skift frá FC Midtjylland til Vejle. Talan er um leigusátmála, sum merkir, at Sonni Ragnar verður liðfelagi við Jóan Símun Edmundsson og Viljorm Davidsen.

 

Les eisini: Bold sendir Sonna Ragnar til Vejle

 

- Eg havi valt Vejle, tí eg vil menna meg sum fótbóltsspælara. Hetta kann eg í Vejle, og spæltíð er ein týdningarmikil partur av skiftinum, sigur Sonni Ragnar við heimasíðuna hjá Vejle.

 

Sonni Ragnar var útleigaður til AC Horsens í seinnu hálvu í fjør, men leigusáttmálin bleiv strikaður um ársskiftið.

 

- Eg havi spælt móti Vejle tvær ferðir við AC Horsens. Eg havi blandaðar royndir frá teimum dystunum, tí vit vunnu annan, og taptu hin, sigur føroyski landsliðsmiðverjin.

 

Vejle, sum liggur nummar níggju í næst bestu deildini, hevur longu tveir føroyskar landsliðsspælarar í hópinum. Talan er um Viljorm Davidsen og Jóan Símun Edmundsson.