Vetrarsteðgurin í donskum fótbólti er av. Í gjárkvøldið fór bólturin aftur á rull í superliguni, tá ið SønderjyskE vann óvæntaðan 4-0 stórsigur á útivølli ímóti FC Vestsjælland.
Í dag skal toppliðið FC Midtjylland spæla á útivølli í Odense ímóti OB. Fyrsta bríkslið verður klokkan 16. Føroyski landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad er á lønarlistnum í FCM, men hann verður ikki við í dag. Sonni Ragnar hevur seinastu vikurnar verið skaddur. Hann er um at koma fyri seg aftur, men tað verður ikki fyrrenn í næstu viku, at hann verður førur fyri at venja saman við hinum.