Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, so var tað ein stórur møguleiki fyri at Sonni Ragnar Nattestad kom at spæla ein leiklut, tá FC Midtjylland í kvøld skal leika útidyst móti Brøndby í bestu donsku deildini.
Les eisini: Sonni Ragnar kann koma á vøllin í kvøld
Sonni Ragnar Nattestad er eisini millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá FC Midtjylland í kvøld, sum helst skal spæla ein tann mest umráðandi dystin í søguni hjá felagnum.
FC Midtjylland hevur ongantíð fyrr verið danskur meistari, men um FC Midtjylland vinnur dystin móti Brøndby í kvøld, kemur FC Midtjylland framum AaB í bestu donsku deildini.
Eftir dystin í kvøld, resta tað einans 2 umfør í bestu donsku deildini.
Tað er tó greitt at onkur føroyskur leikari kemur at vera partur av meistaraheitinum. Gilli Sørensen og Hallur Hansson hava báðir verið partir av AaB hópinum hetta kappingarárið, meðan Sonni Ragnar Nattestad eisini hevur verið fastur partur av FC Midtjylland hópinum.
Dysturin millum Brøndby og FC Midtjylland byrjar klokkan 19:00 føroyska tíð og verður vístur á Tv3+.