Sonni Ragnar bjóðar av um uppflyting

Sonni Ragnar Nattestad og AC Horsens vunnu í gjár 1-0 og spæla við um uppflyting

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, og felagið hjá honum AC Horsens, vunnu í gjár 1-0 á FC Roskilde næst bestu deildini í Danmark. Sonni Ragnar Nattestad er útleigaður frá FC Midtjylland, har hann hevur sáttmála fyri tey komandi fimm árini.

 

AC Horsens liggur í løtuni nummar fimm við 13 stigum. Bara trý stig eru upp til nummar eitt nú átta umfør eru spæld. Sonni Ragnar Nattestad fekk herfyri debut á føroyska landsliðnum í eini undankapping, tá hann spældi allan dystin móti Finnlandi á Tórsvølli. Ein dystur, sum vit taptu 3-1.

 

Í kvøld verður ein dystur millum AGF og Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen við á liðnum. Vejla hevur ikki fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og liggur nummar 9 av 12. AGF kann leggja seg á odda í Nordicbet deildini um teir vinna í kvøld.