TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina longri samrøðu Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá føroyska U21 manslandsliðnum í fótbólti, Sonni Larsen aftaná føroyska U21 landsliðið hevði tapt dystin um 15. plássið ímóti Svøríki við 21-33 (11-19) í HM-endaspælinum í Algeria.
Sonni Larsen ásannar, at føroyska liðið ikki hevði eitt gott avrik í dag, men hann undirstrikar, at tað má ikki oyðileggja heildarmetingina við teimum góðu avrikunum ímóti Fraklandi og Týsklandi, umframt sigrarnir ímóti Suðurkorea og Chile.
Men Sonni Larsen vónar, at feløg, leiðarar og sponsorar eru til reiðar at gera sítt so byggjast kann víðari á ta framgongdina, sum føroyskur hondbóltur hevur upplivað ta seinastu tíðina.










