Eftir javnleikin millum H71 og Neistan seinasta sunnudag, var Sonni Larsen, venjari hjá H71, ikki nøgdur við dømingina í dystinum.
Les eisini: H71-Neistin 22-22: Samanumtøka og samrøður (FM1)
Dómaranevndin hjá HSF hevði fund týsdagin, og viðgjørdi millum annað hetta málið. Dómaranevndin hevur fyrr heitt á Aganevndina at taka slík mál upp, men so verður ikki gjørt hesaferð.
Líkt er tí til, at Sonni Larsen sleppur undan revsing frá Hondbóltssambandinum. HSF hevur í staðin valt at geva H71 eina átalu, og mælir felagnum til at taka málið upp innanhýsis.
-Útsagnirnar eru á markinum fyri hvat ein kann loyva sær, og H71 eigur at taka hetta sum eina greiða ávaring, sigur Ári Rouch frá Hondbóltssambandi Føroya.