H71 fær høvið at vinna FM í manshondbólti triðja árið á rað. H71 lá sum keylan aftaná fyrstu FM-finaluna ímóti VÍF í Vestmanna tá teir taptu við 11 málum. Men hoyvíkingar hava vent niðurgongdini og mótgongdini og aftaná tveir sigrar í 2. og í kvøld 3. FM-hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini eru hoyvíkingar aftur partur av FM-finaluni.
Í kvøld vann H71 greitt 28-21. Seinastu løtuna vóru hoyvíkingar flúgvandi, og teir vóru á odda 28-18 áðrenn VÍF slapp at pynta eitt sindur uppá úrslitið. Í steðginum var H71 á odda 14-11.
Peter Krogh og Vilhelm Poulsen vóru toppskjúttar hjá H71 við seks málum. Hilmar Leon Jakobsen skoraði fýra mál fyri H71. Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Julian Olsen skoraði fýra mál fyri VÍF.
Tað var ein rørdur H71-venjari, Sonni Larsen sum Sjúrður H. Hoydal, frásøgumaður hjá FM1 fekk orðið á aftaná dystin. Sonni er ovurfegin um at fáa møguleikan at vinna FM-heitið triðja árið á rað. Hann er eisini glaður fyri hvussu spælararnir hjá honum hava reist seg aftaná lúsingin í Vestmanna í 1. FM-hálvfinaluni. Sonni undirstrikar, at tað verður talan um nakrar harðar FM-finalur móti antin Neistanum ella Kyndli, ið Sonni heldur verða tvey sera sterk lið.
TRÝST á PÍLiN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum í Hoyvík.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera fegnan og rørdan H71-venjara, Sonni Larsen.