Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagar hansara í Viking TIF í bestu norsku hondbóltsdeildini skulu hava ein nýggjan høvuðsvenjara.
Tann í Føroyum væl kendi, Sonni D. V. Larsen sleppur ikki at halda fram sum høvuðsvenjari, og er blivin sum hann nevnir tað sjálvur á facebookvanga sínum: "frítt stillaður".
Viking TIF er aftast í deildini við bert fimm stigum fyri 18 dystir, og tað eru átta dystir eftir at fáa Viking av aftasta plássinum.
Sonni sigur seg skilja avgerðina nú Viking stríðist fyri at bjarga plássinum í deildini, men hann heldur, at tað er harmiligt, at samstarvið steðgar.
Sonni sigur seg ikki skammast av tí sum er avrikað. Hann heldur, at tað hava verið løtur við góðum hondbólti at síggja, og ein menning av leikarunum er farin fram.
Sonni sigur seg vera fegnan um tað, ið hann og familja hansara hava upplivað í Noregi, og hann gleðir seg til nýggjar avbjóðingar.