Sonni: Góð avrik hjá báðum H71-liðunum

(Rás2) Sonni Larsen fegnast um góðan stríðsvilja hjá hvonnliðnum hjá H71, og týdningarmikla sigurin hjá FTZ-liðnum

Sonni Larsen, høvuðsvenjari hjá H71 hevði nóg mikið at síggja til í dag í Hoyvíkshøllini, men tað er fryntligi jútlendingurin so vanur við.

 

Fyrst upplivdi hann hvonnliðið hjá H71 stríðast væl og geva sterka VB-liðnum ein skarpan gang, har VB at enda vann 26-22. Í steðginum var VB á odda 13-11. 

 

Síðani upplivdi Sonni Larsen FTZ-liðið hjá H71 stríða seg til ein 23-22 (9-10) sigur ímóti Team Klaksvík í ein dysti har Team Klaksvík var á odda fleiri ferðir í seinna hálvleiki.

 

Sonni Larsen heldur, at unga kvinnuliðið stríddist væl ímóti VB, men liðið datt burturímillum ímóti dystarenda. Samlað heldur Sonni Larsen tó, at unga H71-liðið stóð seg væl. Kvinnuliðið hjá H71 er byrjað frá ongum, og tí er Sonni nøgdur við tey sjey stigini, sum eru komin á kontuna higartil. Sjúka argaði H71-hópin í dag, og hevði H71 havt allar spælararnar við heldur Sonni, at H71 hevði avrikað enn betur. 

 

Sonni Larsen fegnast um týðandi heimasigurin ímóti Team Klaksvík, sum ger, at H71 á øðrum plássi er sjey stig frammanfyri Team Klaksvík, og liggur væl fyri í FM-finalustríðnum.

 

Tað stóð tó á gomlum nøglum í seinna hálvleiki, og neyðugt var hjá Sonna Larsen at blaka Time Out kortið á borðið fyri at fáa vent gongdini, og fegnast hann um, at tað eydnaðist.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sonna Larsen um avrikini hjá hvonnliðnum, og hjá FTZ-liðnum hjá H71 á heimavølli í dag.