Sonni fingið nýtt starv

Sonni Larsen skal vera venjari i í Keypmannahavn eftir hetta kappingarárið

Seinastu trý árini hevur Sonni Larsen verið venjari hjá monnunum hjá H71. Samstundis er hann landsliðsvenjari hjá monnum. Men eftir hetta kappingarárið vendir hann nøsina heimaftur til Danmarkar.

 

Siðbundna felagið Ajax København kunnger í dag at Sonni Larsen verður nýggjur venjari hjá U19-dreingjum, eins og hann skal vera hjálparvenjari hjá mansliðnum.

Ajax kallar á heimasíðu síni avtaluna við føroyska landsliðsvenjaran "eitt scoop" og vísir bæði á hansara arbeiði við føroysku landsliðunum og hansara drúgvu venjaraútbúgving.

 

Ajax metir seg hava nakrar møguleikar við ungdómsarbeiðnum, sum felagið vónar at Sonni Larsen fer at føra út í verki.

Í løtuni liggur Ajax á fimta plássið í næstfremstu donsku deildini, fimm stig frá triða plássinum, ið gevur møguleika fyri uppflyting. Komandi dysturin hjá Ajax er ímóti føroyingafelagnum Tønder, ið liggur á øðrum plássi.