Nú er greitt, at toppskjúttin í fremstu fótbóltsdeildini í 2003, Sonni L. Petersen, komandi kappingarár aftur verður at síggja í gulu og svørtu strípunum hjá NSÍ, eftir at hann seinastu tvey árini hevur leikt við EB/Streymi.
Vandamikið álop
Harvið kann staðfestast, at vespurnar hava tryggjað sær eitt sera vandamikið álopspar til komandi kappingarár. Umframt Sonna er landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen eitt av álopsvápnunum hjá runavíkingunum, og harvið eru tað toppskjúttarnir í landskappingini tey bæði seinastu árini, ið skulu mynda NSÍ-álopið komandi kappingarár.
Fyrsta árið á Mølini gjørdist Sonni sum áðurnevnt toppskjútti í landskappingini við 13 málum, men í júst farna kappingarári var úrtøkan ikki tann sama, tí tá gjørdust málini fimm í tali.
Sambært heimasíðuni hjá NSÍ hevur Sonni L. Petersen hava fyrispurningar frá fleiri feløgum, men hann vildi helst spæla við barndómsfelagnum, har eisini beiggi hansara, Helgi L. Petersen, telist millum stuðulsleikararnar.










