Nú dómprósturin, Uni Næs, er farin í farloyvi, verður Sonja Klein, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, virkandi dómpróstur næstu mánaðirnar.
Sonja Klein, sum hevur drúgvar royndir sum sóknarprestur og hevur gjørt tænastu við Dómkirkjuna síðani 1994, verður virkandi sóknarprestur næstu tríggjar mánaðirnar, og verður tað fyrstu ferð í føroyskari kirkjusøgu, at ein kvinna er partur av leiðsluni í kirkjuni.
– Óneyðugt er at minna á, at fólkakirkjan eyðvitað tekur undir við javnstøðu, og at kvinnur hava sjálvsagdan rætt at virka í føroysku fólkakirkjuni, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá føroysku fólkakirkjuni.
Uni Næs, sum hevur røkt embæti sum dómpróstur síðani 2010, hevur biðið um farloyvi, tí hann fer at kanna, hvønn leiklut átrúnaðurin hevur í almenna rúminum, hvussu átrúnaðurin ávirkar samfelagið og hvussu samfelagið ávirkar átrúnaðin.
Sonja Klein fær seg rættiliga roynda longu í morgin, tí tað verður hon, sum – embætisins vegna – við gudstænastuna í Sands kirkju klokkan 12 skal innseta Havstein Klein sum sóknarprest í Sandoyar prestagjaldi.









