Sonja takkar Elsebeth Mercedis so miriliga

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er besta talskvinna fyri at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum

– Takk, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir!

 

 Hósdagin brúkti Løgtingið yvir átta tímar upp á viðgera eitt uppskot um at broyta hjúnabandslógina. Og tá takkaði Sonja Jógvansdóttir, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir so miriliga.

 

Sonja Jógvansdóttir heldur, at uttan at ætlað tað, er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir nevniliga besta talskvinna fyri at samkynd fáa lógarfestan rætt at giftast borgarliga.

 

Endamálið við uppskotinum, sum er til viðgerar, er at staðfesta, at kirkjan kann ikki signa eini samkynd hjún, fyrrenn hon hevur eitt ritual til tað – og tað hevur hon ikki enn.

 

Og hósdagin brúktu løgtingslimir yvir átta tímar at kjakast fyri og ímóti hesum.

 

 

Les eisini: Føroyar skulu ikki líkjast einum prestastýri

 

 

Tað slepst ikki undan, at málið um at loyva samkyndum at giftast  er ógvuliga umstrítt, og tað speglaðist í orðaskiftinum

 

Hjá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu uttanfloks, er tað eitt hjartamál at samkynd í Førouyum fáa sama, lógarfestan borrgarliga rætt at giftast, sum hinskynd. Hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu fyri Fólkaflokkin, er tað hinvegin eitt hjartamál, at tey ikki fáa tað.

 

Og tað var eitt sindur óvæntað, tá ið Sonja Jógvansdóttir takkaði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir so miriliga fyri hennara áskoðan á samkynd hjúnaløg.

 

 

Les eisini: Nú fær kirkjan fullan rætt til at signa samkynd

 

 

Sonja Jógvansdóttir heldur nevniliga, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, uttan at vilja tað, er besta talskvinna fyri samkyndum hjúnalagi

 

– Var tað nakar, sum ivaðist áðrenn, er tann ivin burtur eftir at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur talað, heldur hon.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sær nevniliga stóran vanda í at loyva samkyndum hjúnalagi. Eitt, hon ávarar um, er, hvørja støðu børnini fara at fáa í einum slíkum hjúnalagi.

 

– Samkynd hjún kunnu ikki fáa børn saman, og sostatt verður neyðugt at fara í ein sáðbanka fyri at fáa børn. Men tað merkir so eisini, at vit fara at fáa børn, sum ikki kenna sín uppruna og tað er álvarsmál fyri tey, tí hesi børnini vera søguleys.

 

Summi av børnunum fáa kanska ikki at vita, hvør pápin er, fyrenn tey eru 18 ár – og tá hava tey so kanska eisini eini 90-100 hálvsystkin.

 

Hon vísir á, at verða eini samkynd hjún skild, verður tað kanska ikki kvinnan, sum hevur borið barnið, sum fær foreldramyndugleikan, men heldur hin kvinnan, ið danir kalla medmor, og sum í roynd og veru ongan lut eigur í barninum.

 

Men Sonja Jógvansdóttir heldur ikki nógv um sjónarmiðini hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

– Tú ert ein staðilig áminning um, hví hendan lógin er neyðugt, sigur Sonja Jógvansdóttir afturat.

 

Kristianna Winther Poulsen heldur, at spurningurin um samkynd hjúnalag, hevur einki við spurningin at gera, í hvønn mun børn skulu kenna sín uppruna.

 

Tað heldur hon, er ein spurningur, ið eigurt at vera tikin upp, men tað skal vera í einum øðrum høpi, tí tað hevur púra onki við spurningin um samkynd hjúnalag at gera.