Sonja Sirdal: Stjørnan misti konsentrasjónina (FM1)

(FM1) Hoyr Sólbjørt Høj hjá Neistanum og Sonju Lava Sirdal hjá Stjørnuni seta orð á dystin Stjørnan-Neistin 19-30 (6-17)

##med2##

Neistin vann ein sera tryggan útisigur á Stjørnuni í SMS-deildini í útidystinum í KÍ-høllini í Klaksvík fyrr í dag.

Neistin vann greitt 30-19. Longu í steðginum var Neistin á odda 17-6.

Fyrr í dag vann StÍF 26-25 (16-15) á H71 í høllini á Skála.

Stjørnan-Neistin 19-30 (6-17)

Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Katrin Bertholdsen 4, Jancy Jacobsen 3, Sonja Lava Sirdal 2, Maria Biskopstø 2, Anna Jakobsen 1, Mina Lava Sirdal 1 og Tóra Norðá 1.

Neistin:Ingunn Kristina Persson 10, Ana Blagojevic 4, Stina Madsen 4, Fríða á Dunga 3, Sólbjørt Høj 3, Birita Ingolfsdóttir 2, Gunnfríð Nólsoy 1, Brynja Høj 1, Rakul Magnussen 1 og Hjørdis Viðstein 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sólbjørt Høj, ið skoraði trý mál fyri Neistan í dag. Sólbjørt kann fegnast um eitt gott avrik, serliga í fyrra hálvleiki, og Neistin liggur nú væl fyri at tryggja sær pláss í topp-4 í SMS-deildini.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sonju Lava Sirdal, ið skoraði trý mál fyri Stjørnuna í dag. Sonja staðfestir, at tær í Stjørnuni mistu fullkomuliga konsentrasjónina í fyrra hálvleiki, har tær ikki eingong orkaðu at renna heim. Tað bleiv tó væl frægari í seinna hálvleiki, og tað kunnu Stjørnu-kvinnurnar taka við sær til komandi dyst. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL113002118918
 VÍF113052416418
 H71113032594414
 NEISTIN122992633614
 STJØRNAN11269303-348
 STÍF11240325-856
 VB11229343-1140

 

 ##ms##


(Samrøður: Sólbjørt Høj og Sonja Lava Sirdal)