Eiðis kommuna hevur sett Sonju Schneider sum fríðkanarkvinnu í kommununi.
Hetta er hálvtíðarstarv, har hon hevur til uppgávu at viðlíkahalda og fríðka um grønu økini í kommununi.
Fyrsti starvdagur hjá Sonju Schneider er í dag, mánadagin hin 3. mai.
Í Eiðis kommunu siga tey, at Sonja áður hevur arbeitt sum kommunal fríðkanarkvinna í Kvívíkar kommunu, og nú fer hon so at taka sær av Eiðis kommunu.
- Vit ynskja Sonju Schneider tillukku við nýggja starvinum, siga tey í Eiðis kommunu á síni heimasíðu í dag.










