Sonja Klein, prestur
Í sambandi við ósemjuna, sum er ímillum religiónirnar í heiminum, vísti ST aðalskrivarin Kofi Annan herfyri á, at tað aldrin er trúgvin sjálv, sum er orsøkin til ósemjuna, og trupulleikin er heldur aldrin finna í Bíbliuni, Toraini ella Koranini, men tað eru tey trúgvandi sjálvi, sum eru trupulleikin, hvussu tey bera seg at móti hvør øðrum.
Hesi orðini kunnu vit taka til okkara í hesi tíðini, nú nógv orðaskifti er frammi í sambandi við samkynd og rættindi teirra. Ofta verður víst til bíbliuna, og ávís skriftstøð verða brúkt at staðfesta, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tað kundi tí verið passandi at tikið fram nøkur fá av hesum skriftorðum og hugt eitt sindur nærri eftir teimum, og hvussu tey tala inn í okkara tíð.
Avgerandi er tó, at sum kristin eiga vit altíð at lesa bíbliuna í ljósinum av Jesu kærleika. Hansara kærleiki má altíð vera tann vegleiðarastjørnan, sum vit skulu fylgja í bíbliulesnaði okkara.
Hetta hevur við sær, at vit ongantíð kunnu góðtaka kúgan og niðran av øðrum menniskjum, antin tað handlar um jødar, kvinnur, samkynd ella nakran annan. Tíverri er tað ikki ókent í kirkjusøguni, at kristin við bíbliuni í hond hava kúgað onnur menniskju.
Paulus
Tá ið tosað verður um tey samkyndu, verður ofta víst til rómverjabrævið
1, 26 – 27: Tí gav Gud teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var.
Í tí seinna partinum av fyrsta kapitli í Rómverjabrævinum skrivar Paulus um fylgjurnar av at liva burtur frá Gudi, m. a. hevur tað við sær gyrnd og kynslig frávik, sum hann nevnir tað í hesum báðim versunum. Men vit skulu leggja merki til, at hann nevnir ikki eitt einasta orð um kærleika, trúskap og ábyrgd.
Tað sær út til, at Paulus hevur sæð, hvussu fólk hava verið eyðmýkt, misnýtt og skadd í sambandi við skøkjuvirksemi, sum var millum fólk bæði av ymiskum kyni og fólk av sama kyni.
Á hansara døgum var tað ikki óvanligt, at vaksnir hinkyndir og ofta giftir menn høvdu kynsligt samband við heilt ungar dreingir. Hetta er tað, sum á fremmandum máli kallast pederasti. Hetta var serliga kent í griska heiminum, og vit kunnu lesa um hetta fleiri staðni í klassisku grisku bókmentunum. Samkynd vóru tí ofta sett í samband við skøkjuvirksemi.
Hetta er kynslig misnýtsla, sum vit øll sjálvandi eiga at venda okkum harðliga í móti, og tað gjørdi Paulus apostul eisini.
Í veruleikanum var tað heilt óvanligt á Paulusa døgum, at javnborin vaksin samkynd livdu saman í kærleika, soleiðis sum vit kenna tað í dag.
Paulus vísir her á ta vanlukkuna, sum tað er, tá ið vit skilja kærleikan frá kynslívinum.
Eitt annað skriftstað hjá Paulusi, sum tað verður víst til er 1. korintbræv 6,9 - 10:
Ella vita tit ikki, at órættvísir ikki skulu arva Guds ríki. Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað, ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guds ríki.
Heldur ikki her hoyra vit nakað um menniskju, sum elska hvønn annan. Tvørturímóti hoyra vit bara um fólk, sum fremja ávísar kynsligar gerningar, meðan einki verður sagt um kærleika, trúfesti ella ábyrgd. Vit hoyra um siðloysingar, avgudadýrkarar, horkallar osfr.
Tá ið vit í dag hugsa um samkynd, sum vit kenna, so eru tað hampafólk og góðir samfelagsborgarar, ið liva eitt hampiligt lív, og tað er trupult at bólka tey saman við siðloysingum, avgudadýrkarum, horkallum, tjóvum, drykkjumonnum og illmælismonnum.
Ivaleyst vilja tveir kristnir samkyndir persónar, har tað er vinalag, kærleiki og trúfesti, ið setir dám á samband teirra, hava trupult við at kenna seg aftur í hesum hóslagnum.
Í øllum førum ber tað ikki til at generalisera út frá hesum skriftstøðum og døma øll samkynd yvir ein kamb. So einfalt er lívið ikki, at vit kunnu loyva okkum tað.
Gamla Testamenti
Vit kunnu síðan fara til nøkur skriftstøð í Gamla Testamenti, sum tað eisini ofta verður víst til í hesum orðaskiftinum.
3. mósebók 18,22: Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er anstygd. Og í kap. 20,13: Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu báðir láta lív; blóðsekt hvílir á teimum.
Hetta er ein partur av heilagleikslógunum, sum eru skrivaðar í
3. mósebók 17 – 26. Í hesum kapitlunum eru ávísingar um m. a. slátran og offur, festir, prestar, sabbatsár osfr. Eisini er ein røð av lógarásetingum og áminningum av samfelagsligum slag, og sum serliga hava við kynslívið at gera.
Halda vit fast við forboðið móti samkyndum, so eiga vit eisini at taka øll hini forboðini við. T.d. stendur í 3. mós. 20, 18: Hevur maður samlegu við mánasjúka konu og nektar blygd hennara – avhylur keldu hennara – og hon nektar keldu blóðs síns, tá skulu tey bæði verða oydd úr tjóð síni.
Nógv boð og forboð eru at lesa í heilagleikslógunum, nøkur av teimum virka rættiliga fremmand fyri okkum, t. d. at ein maður skal gifta seg uppaftur við konu beiggjans, um hon verður einkja. Tó eru avgjørt eisini boð, sum vit kunnu taka til okkara, m.a. at vit skulu lata vera við at ganga við sleygi og slatri, lata vera við at hevna osfr.
Kærleiksboðið, ábyrgdin og trúfestið
Fleiri onnur skriftstøð kundu verið at trivið í, tó er hetta sama galdandi, at bíblian sigur einki um samvitskufull samkynd, ið kenna ábyrd fyri hvør øðrum, hvussu tey skulu liva saman.
Og vit skulu sjálvandi eisini leggja merki til, at Jesus tosar als ikki um kynslív millum persónar av sama kyni.
Spurningurin hjá okkum má tí ljóða, hvørjar reglar eru so galdandi? Og svarið -
tað er Kærleiksboðið, sum ljóðar: Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg. (Lukas 10,27).
Hetta boðið krevur av okkum trúfesti og ábyrgd. At vit menniskju undir øllum lívsins umstøðum taka okkum av hvør øðrum. At vit hvørki brúka ella misbrúka hvør annan, men ístaðin liva saman til gleði og uppbygging fyri hvør annan. Hetta er galdandi fyri okkum øll, antin vit eru hinkynd ella samkynd. Hetta eiga vit at gera í trúgv móti Gudi, sum skapaði okkum øll og gav okkum øllum jørðina at búgva á.
Í dag hava vit stóran kunnleika og vitan, sum røkkur frá allarminstu kyknuni í mannakroppinum og heilt út í alheimin. Alíkavæl er tað soleiðis, at sjálvt lívið og tað margfeldið, sum lívið ber í sær, tað koma vit ongantíð til at skilja út í ytstu æsir. Men líka sum menniskju til allar tíðir undan okkum eftir sínum førleika hava roynt at gjørt tað, so eiga vit eisini við okkara førleika at vera við til at betra lívskorini og ríka lívið hjá hvør øðrum.
Latum okkum tí øll vera við til at siga eitt stórt ja til tann kærleikan, sum byggir upp menniskju. Og taka undir við orðunum hjá Paulusi, tá ið hann sigur: Men nú verða tey trý verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. (1. Kor. 13,13)