Sonja, Heri og Petur røða í Havn

Sonja J. Jógvansdóttir, Heri Reynheim og Petur Skeel Skarðsá halda 1. mairøðurnar á Vaglinum í morgin.

Í morgin er altjóða arbeiðaradagur og í hesum sambandi skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn kl 15.

 

Arbeiðaradagurin er ímyndin av stríðnum fyri góðum livikorum til allar borgarar og fyri stríðnum um eitt betri og rættvísari samfelag.

 

Arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19. øld. Í dag eru góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur. Fyri limir í arbeiðarafeløgunum er 1. mai frídagur.

 

Røðarar á 1. maidagshaldinum á Vaglinum í Havn klokkan 15 verða:

 

• Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtak

 

• Heri Reynheim, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag

 

• Petur Skeel Skarðsá, arbeiðsmaður

 

Havnar Hornorkestur spælir á tiltakinum