Sonja Hammer 60 ár

Mánadagin 17. mai fyllir Sonja Hammer í Syðrugøtu 60 ár.

Sonja, sum er gift Haraldi Hammer, lærara av Tvøroyri, er ættað úr Fuglafirði. Hon er dóttir Jokhild ? betur kend sum Kittan, og Jógvan Andrias Poulsen. Kittan og Jógvan Andrias áttu umframt Sonju eisini Kára, Jónsvein, Jógvan Finn, og so vaks Hjørleif Hansen eisini upp í heimi teirra.

Sonja og Harald giftust 14. oktober í 1967, og tey eiga børnini Jónu, Jonhard og Meiken. Ommubørnini eru tvey í talið, Sonja og Johan.

Nýgift fluttu Sonja og Harald inn í læraraíbúðina í skúlanum við Gøtugjógv, har Harald framvegis starvast. Í 1971 bygdu tey í Syðrugøtu, har tey enn búgva.

Sonja tók preliminerprógv í Fuglafjarðar skúla, og fór eftir lokna útbúgving at starvast í handlinum hjá Pidda í Fuglafirði.

Hóast nógvur tónleikur hevur verið at hoyrt í heiminum hjá Kittuni og Jógvan Andriasi, so hevði hetta ikki Sonjusa áhuga. Av hennara frítíðarítrivum kunnu nevnasta, at hon róði kapp við Erlu Kongsdóttir.

Sonja fór seinni á háskúla í Virum í Danmark.

Heimafturkomin starvaðist hon í City í Fuglafirði og í Keypsamtøkuni í Fuglafirði og í Havn.

Hon hevur starvast sum heimahjálp í 25 ár, og hevur nýliga gingið á heilsurøktaraskúlanum á Tvøroyri. Hon hevur eisini sitið í nevndini í Føroya Heimahjálparafelag.

Vit kunnu siga um Sonju, at hon hevur offrað ein stóran part av lívi sínum til tey eldru í bygdini. Hon hevur stríðst fyri at bøta um kor teirra, og var hon við til at arbeiða fyri umlættingarheiminum í Gøtu og var eisini við til at stovna Gøtubrá ? felagið fyri eldri við Gøtugjógv.

Sonja hevur eisini verið ein hollur stuðul hjá nýggju kirkjuni í Gøtu til at savna pengar inn við bingo og øðrum. Eisini hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri losjuna Glottan og Gøtu Ítróttarfelag, har maðurin, Harald, var formaður í fleiri ár.

Sonja heldur føðingardagin mánakvøldið í heiminum í Syðrugøtu.