Eftir at í skjótt 10 ár at hava umboða Enjo í Norðoyggjum, var Sonja Fuglø í Klaksvík heimsins besta einstaka Enjo umboð í apríl 2003. Har umframt bleiv hon nr. 10 í Evropa allan apríl mánaða 2003. Sonja er dugnalig og ágrýtin, sigur Tóharda Bláhamar, Enjo aðalumboð í Føroyum. Í Føroyum eru tilsamans 10 sølufólk, men pláss er fyri 16. sigur hon. Føroyar selja mest av Enjo vørum í øllum heiminum fyri hvønn íbúgva, londini sum vit kappast við eru Ísland og Australia. Á hendan hátt er Enjo við til at gera Føroyar kendar sum eitt umhvørvisvinarligt land, sigur Tórharda Bláhamar.