Kongeskipet Norge kom á Havnina um 11-tíðina í morgun og klokkan 13 kom Sonja, drotning, í land.
Gott og væl 300 fólk vóru møtt á Bursatanga, at taka ímóti drotningini. Nøkur ferðafólk vóru millum teirra, men flestu mundu vera føroyingar. Okkurt norskt flagg var at síggja, smágentur vóru pyntaðar og onkrir dreingir í eyðkendu Marius-troyggjunum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Heðin Mortensen, býráðsformaður í Havn, báðir í føroyskum klæðum, tóku ímóti drotningini saman við norska ambassadørinum í Danmark og norska konsulinum í Føroyum. Sonur løgmans, eisini ílatin føroysk klæði, handaði Sonju, drotning, eitt blómutyssi.
Drotningin og fylgi fóru síðani í bili til Kirkjubøar.