Sonja Jógvansdóttir var ein av avgerðandi atkvøðunum, at bera lógina um uppboðssølu ígjøgum tingið.
Í 2013 fanst hon hvassliga at landsstýrinum og løgtinginum, ið tá sat, fyri at gera seg inn á samráðingar millum partar á arbeiðsmarknaðinum.
Í 2013 Sonja Jógvansdóttir umboðaði Samtak, ið úttalaði seg um eina trætu millum manningarfeløgini og almenna mynduleikan um Strandferðsluna. Tá segði hon vegna Samtak, at tað var ódemokratiskt og hoyrdi ikki einum frælsum landi til, at blanda seg uppí avtalur, ið partar á arbeiðsmarknaðinum høvdu gjørt.
Løgtingslóg nr. 51 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016 er lógin, ið royndaruppboðssølan hjá samgonguni byggir á.
Hon bleiv løgd fram í desember 2015 og viðtikin við 3. viðgerð í apríl 2016 av samgonguni saman við Sonju Jógvansdóttir. Lógin bleiv viðtikin við einari atkvøðu í meirluta.
§7 stk.2 í lógini sigur at “gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini”. Í viðmerkingunum stendur, at mett verður ikki at hetta er at gera seg inn á partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí lógin var ikki komin í gildið tá partarnir undirskrivaðu sínar avtalu.
Tað vil siga, at Fiskimálaráðið í sínum uppskotið, ið bleiv til lóg, valdi at síggja burturfrá tí avtalu, ið Reiðarafelagið hevði við manningarfeløgini. Reiðarafelagið og manningarfeløgini gjørdu eina nýggja semju í 2015, sum ikki broytti ásetingina um at avgjøld fyri fiskiloyvir skal av óbýttum.
Hetta hendi eftir samráðingar vórðu hildnar og partarnir komu ásamt um treytirnar.
Hesum valdi samgongan at síggja burtur frá og ásetti við lóg, at manningin skuldi ikki taka lut í gjaldinum á kvotum keyptar á uppboðssølu og tískil gav samgongan í veruleikanum eisini teim fiskimonnum, ið vórðu best stillaði frammanundan, eina stóra lønarhækking.
Tað var annars staðfest í einum gerðarrætti í 2011, at keyp av kvotum er loyvdur frádráttur. Tá var trætan millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, ið ikki metti, at upphæddin, ið reiðarí brúktu uppá uppboðssøluna, sum tá var, skuldu ikki fara av óbýttum.









